Sáttmáli undirskrivaður við MT Højgaard um dagstovn

Í vikuni skrivaði MT Højgaard undir sáttmála við Eysturkommunu um arbeiðið at byggja nýggja dagstovnin við Gøtugjógv. Dagstovnurin kostar góðar 54 milliónir krónur

 

Nýggi dagstovnurin hevur pláss til 112 børn og tekur 18 mánaðir at byggja. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er góðar 54 milliónir krónur. Tað svarar til ein fermetraprís á 42.000 krónur,

– Vit skulu minnast til, at tá er øll verkætlanin tikin við. Tað merkir til dømis, at innbúgv, leikur, list, projektering og annað er tikið við. Um tað ikki hevði verið tikið við, so hevði fermetraprísurin verið umleið 30.000 krónur, segði Jóhan Christiansen, borgarstjóri við in.fo 1. mai.

Barnagarður fyri góðar 54 milliónir krónur

Tað er Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað dagstovnin.

Í næstum verður projekt-gjøgnumgongd og uppstartsfundur, og síðan verður gjørt klárt til at fara í gongd.

Yvirskipað hugsjón

Námsfrøðiliga arbeiðið hjá dagstovninum Gjáa fær stóran íblástur úr Reggio Emilia arbeiðsháttinum – at lurta eftir barninum og hugsa tað kreativt inn í føroyska mentan, skrivar Eysturkommuna.

Byggingin av nýggja dagstovninum hevur í øllum lutum tikið støði í teimum grundarsteinum, sum stovnurin hevur orðað og arbeitt eftir í mong ár.

##med2##

Somuleiðis vera tey avbjóðandi lendisviðurskiftini í økinum sæð sum ein viðspælari heldur enn ein trupulleiki. Bygningur og garður eru skapt sum ein náttúrulig eind, sum tekur støði í júst hesum stað, og tí ikki kundi verið skapt undir øðrum umstøðum enn júst hesum. 

Tað hevur havt alstóran týdning í tilgongdini, at bygningur og uttanumøkið er ein samansjóða eind av javnbjóðis pørtum, skrivar Eysturkommuna.

Fakta

  • Samlaða gólvvíddin á stovninum er 1.296 fermetrar
  • Pláss verður fyri íalt 60 barnagarðsbørnum
  • Pláss verður fyri íalt 52 vøggustovubørnum
  • Íalt verður pláss til 112 børn á stovninum
  • Byggiharri: Eysturkommuna
  • Arkitektur: Ósbjørn Jacobsen
  • Arbeiðstakari:  MT Højgaard
  • Samlaður kostnaður fyri verkætlanina er 54 milliónir krónur


##med3##

Parkeringsøkið, sum á konsept-tekningunum er á takinum, er flutt.

Spæliøkið sunnanfyri ánna, sum eisini sæst á konsept-tekningunum, er heldur ikki tikið við í hesari byggiverkætlan, skrivar Eysturkommuna.