Supply Service hevur gjørt sáttmála við Det Norske Oljeselskap og Faroe Petroleum.
Supply Service hevur skrivað undir sáttmála við Det Norske Oljeselskab ASA og Faroe Petroleum, um leigu av veitingarskipinum Saeborg, sum er undir bygging í Noregi. Saeborg verður latin reiðarínum í september 2011. Sáttmálaskeiði, ið fevnir um 4 brunnar, er mett at varða í 8-10 mánaðar og byrjar tá skipið er liðugt.
Umframt veiting til boripallin Maersk Guardian í Norðsjógvinum, fevnir sáttmálin eisini um oljurudding og rescue. Supply Service fer at manna skipið við føroyingum burturav.
Supply Service hevur síðani 2009 havt veitingarskipið Eldborg í sáttmála hjá Det Norske Oljeselskap og Winthershall. Nýggi sáttmálin staðfestur tað góða samstarvið, sum hevur verið undanfarnu 2 árini.