Sáttmáli um vaktarhald

Landsverk og Vága Vaktarhald hava gjørt sáttmála um vaktarhaldið við langtíðarperkeringini við flogvøllin

Vága Vaktarhald fer framhaldandi at hava eftirlit við langtíðarparkeringini við flogvøllin. Tað varð greitt, tá Vága Vaktarhald og Landsverk, sum hevur ábyrgdina av økinum, skrivaðu undir ein tvey ára sáttmála í seinastu viku, skrivar heimasíðan hjá Landsverki.
Vága Vaktarhald hevur í eina tíð roynt eina fyribilsskipan við vaktarhaldi fyri Landsverk. Í december í fjør varð skipanin boðin út, og Vága Vaktrarhald hevur nú fingið fastan sáttmála við Landsverk um komandi tvey árini at hava efirlit við teimum bilum, sum fólk seta frá sær við flogvøllin, meðan tey eru uttanlands.
Vága Vaktarhald hevur ætlanir um at betra um tænastuna, soleiðis at fólk umvegis eina heimasíðu, sum er í gerð, kunnu fáa at vita, hvussu til stendur við parkeringsmøguleikum, prísum og tilboðum. Eisini er ætlanin at seta eitt vevmyndatól upp, soleiðis at til ber at síggja parkeringsplássið og á tann hátt gera sær meting av, um tað nú loysir seg at fara heiman í frá við bili og fá hann ansaðan, meðan ein sjálvur er burtur.