Sáttmáli um skúlabarnakoyring longdur

Í dag er nýggjur fimm ára sáttmáli undirskrivaður um koyring av skúlabørnum í Sjóvar kommunu.

 

 

 

Margit og Tummas Jákup Høj, sum eiga og reka Sp/f Højbilar, hava í mong ár tikið sær av skúlabarnakoyringini í Sjóvar kommunu. Samstarvið hevur øll árini verið fyrimyndarligt, og kommunan hevur verið sera væl nøgd við ta tænastu, tey veita.

- Verandi sáttmáli gongur út hin 30. juni í ár, og í dag er nýggjur fimm ára sáttmáli undirskrivaður, vita tey í Sjóvar kommunu at siga.

Lagt verður aftrat, at sáttmálin millum hjúnini og kommununa fevnir um flutning av skúlabørnum millum Selatrað, Morskranes, Kolbeinagjógv, Innan Glyvur, Byrgi, Sjógv, Bø og skúlan á Strondum.

Í Sjóvar kommunu siga tey, at flutningurin av skúlabørnum verður skipaður eftir einari skúlaætlan, sum verður gjørd av nýggjum hvørt ár við skúlaársbyrjan.