NSÍ skrivaði í gjár sáttmála við tríggjar av yngru spælarunum í felagnum. Teir tríggir, sum hava skrivað undir sáttmála fyri NSÍ, sum eisini er galdandi fyri komandi kappingarár, eru 16 ára gamli Klæmint A. Olsen, 17 ára gamli Jann Martin Mortensen og Øssur Dalbúð, sum júst er vorðin 18 ár. - Vit eru í tí hepnu støðu, at vit hava fleiri sera lovandi ungdómsleikarar í felagnum, og vilja vit tí gera alt fyri at hesir tey komandi mongu árini koma at mynda felagið, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ
Tíðindi