Sáttmáli gerast við Atlantic Airways um 24 tíma tyrlutilbúgving

Okkara meting er, at vit við tveimum skipum, einum lítlum vaktarbáti og eini 24 tíma tyrlu-tænastu, kunna røkja uppgávurnar í Føroyum á einum rímuligum støði. Tjaldrið og Spógvan hava vit, og saman við nýggja vaktarskipinum, eru føroyingar sjálvir førir fyri at røkja sjósíðuna, skrivar Jørgen Niclasen m.a. í nýggju útgávuni av blaðnum »Nýrit«

Ólavur í Beiti


Í nýggju útgávuni av blaðnum »Nýrit« hugleiðir fiskimálaráðharrin Jørgen Niclasen um m.a., hvussu menna vit almennu Føroyar? Og til henda spurning, svarar Jørgen Niclasen, at vit mugu laga bygnaðin til føroysk viðurskifti. Skipanir og tænastur til henda lítla oyggjabólkin við einans 45.000 fólkum kunnu ongantíð verða eins stórar, sum hjá stórum londum, men tað merkir ikki, at okkara gerast verri av teirri orsøk. Á fiskivinnuøkinum er millum uppgávurnar eftirlit og bjarging.

Fiskimálaráðharrin spyr eisini, hvussu vit kunnu gera eina føroyska skipan, sum vit meta er nøktandi í tænastu og í krónum? Og svarar, at okkara meting er, at vit við tveimum skipum, einum lítlum vaktarbáti og eini 24 tíma tyrlu-tænastu, kunna røkja uppgávurnar í Føroyum á einum rímuligum støði. Tjaldrið og Spógvan hava vit, og saman við nýggja vaktarskipinum, eru føroyingar sjálvir førir fyri at røkja sjósíðuna.

? Kjølurin á nýggja vaktarskipinum er ikki strektur, tí tað verður ikki gjørt longur, men byggingin er byrjað, og 2. oktober næsta ár verður skipið liðugt. Við hesum skipum kunnu vit røkja uppgávurnar bæði á nær og fjarleiðum. Prísurin fyri raksturin er undir 30 mió. kr um árið, sigur Jørgen Niclasen


Fylgisveinasamband

Viðvíkjandi fylgisveinasambandi, skrivar fiskimálaráðharrin, at vit í nøkur ár hava havt fylgisveinaeftirlit við rækjutrolarum á Flemmish Cap, og nú er royndin víðkað.

? Tøknin er blivin betur og minni kostnaðarmikil. Frá 1. januar 2000 sleppur einki føroyskt skip í ES-sjógv uttan fylgisveinasamband. Hendan tøknin er komin fyri at verða. Vit eiga at hugsa um, at talan ikki bert er um eftirlit, men eisini um tryggleika. Tað er tryggjandi, at vit altíð vita, hvar okkara sjófólk er. Í neyðini er hjálpin ongantíð ov skjótt frammi. Skjót hjálp er tvífaldað hjálp.


Tyrlutilbúgving

Og Jørgen Niclasen kemur eisini inn á spurningin um bjarging, og nevnir, at landsstýrið hevur saman við Atlantic Airways arbeitt við eini ætlan um tyrlutilbúgving. Her hava vit møguleikan at samskipa tyrlutænastu, og tað er sjálvandi rætti føroyski hátturin at gera tað upp á, skrivar fiskimálaráðharrin.

Henda ætlan umfatar LOB (leiting og bjarging), eftirlitsflúgving á føroykum sjóøki, leiting og bjarging á landi, sjúkraflutning fyri sjúkrahúsverkið, akut sjúkrahjálp og stuðul í samband við størri óhapp, har brúk er fyri skjótari hjálp á landi, ferðafólka- og farmaflutning til og frá útoyggjum og útplássum, umframt aðra tyrlutænastu, so sum slingflúgving.


Undir 40 mió. kr

Jørgen Niclasen nevnir, at á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár er pengingur settur av til endamálið, og metir at sáttmáli verður gjørdur við Atlantic Airways, so at vit frá komandi ári hava eina 24 tíma tyrlutilbúgving.

? Við hesum ætlanum meta vit okkum førar fyri at røkja vaktar- og bjargingartænastu við Føroyar. Samlaði prísurin verður undir 40 mió. kr. árliga. Ein sámiligur prísur fyri eina nøktandi tænastu.

? Tænastan kundi sjálvandi verið betur og dýrari, men her er ein roynd gjørd at laga eina skipan til føroysk viðurskifti og føroyska fíggjarorku. Endaliga úrslitið síggja vit vónandi í verki eftir 2. oktober komandi ár, skrivar fiskimálaráðharrin í november útgávuni av blaðnum »Nýrit«.