Sáttmáli er undirskrivaður

Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið skrivaðu í gjár undir sáttmála fyri privatstarvandi ergoterapeutar. Hanna á Reynatúgvu, forkvinna í Ergoterapeutfelaganum, sigur í dag, at stríðið millum tey og Heilsumálaráðið er av á hesum sinni.

Hon leggur dent á, at Ergoterapeutfelagið hevur einki ímóti almenna tilboðnum, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, arbeiðir við.

- Men Ergoterapeutfelagið fegnast um, at sáttmálin fyri privatstarvandi ergoterapeutar nú er undirskrivaður.

Hanna á Reynatúgvu sigur, at hesin sáttmálin og almenna tilboðið eru ikki tengd at hvørjum øðrum.

Sáttmálin er galdandi fram til august í 2012.