Annfinn V. Hansen, formaður, Reiðarafelagið fyri Farmaskip
Fakfelagssamstarvið á almenna arbeiðsmarknaðinum sendi fyri løtu síðan út eina yvirlýsing, har sagt verður, at Smyril Line hevur ætlanir um at broyta sáttmálaviðurskiftini hjá íslendsku starvsfólkunum umborð, og har tey krevja, at Smyril Line fylgir føroysku sáttmálunum á økinum. Um ikki, taka tey seg úr øllum samstarvi við Smyril Line.
Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF) vísir við hesum á, at RFF hevur sáttmála við Sjómannafelag Íslands, og at Smyril Line fylgir hesum sáttmála, tá talan er um íslendsku starvsfólkini umborð. Tað er óheppið, at føroysku fakfeløgini alment leggja upp til, at Smyril Line brýtir teir sáttmálar, sum Smyril Line, sum limur í RFF, arbeiðir undir.
Gjørt verður vart við, at tann ósemja, sum mátti verið, er ein ósemja millum RFF og Føroya Fiskimannafelag, og í hesi møguligu ósemju eigur Smyril Line sum reiðarí ikki at gerast partur.
Ósemjur millum arbeiðsgevarafelag og løntakarafelag eiga at vera greiddar í einari fakrættarligari skipan, og tað er ódámligt at fakfeløg, sum ikki eru partar í ósemjuni, taka stig móti einum limi í RFF, uttan at tað er heilt greitt, júst hvar ósemjan er, og um nøkur møgulig loysn er á málinum.