Sáttmálasamráðingarnar eru blivnar til tað bera tvætl

Sáttmálasamráðingarnar eru vorðnar til tað bera tvætl!

Tað halda níggju fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum eisini skulu til samráðingar við Fíggjarmálaráðið í næstum um ein nýggjan sáttmála.

Tey staðfesta, at samráðingarnar millum Almenna fakfelagssamstarvið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, hava merkt føroyska samfelagið seinastu vikurnar.

Tey staðfesta eisini, at støðan í dag er ein sorgarstøða.

- Tollaksmessuaftan í fjør samtykti Føroya Løgting eina flatskattaskipan, sum partvíst er fíggjað við at skatta inngjaldið til pensjónir.

- Nú hevur Fíggjarmálaráðið eisini avgjørt at tengja skattapolitikkin og sáttmálasamráðingar saman.

Fakfeløgini eru samd um, at hesar avgerðir gera seg inn á samráðingarrættin hjá fakfeløgunum.

- Seinastu árini hava vit fingið at vita við samráðingarborðið, at ”at hetta fáa tit, og onki annað er at samráðast um”.

- Rætturin at samráðast um løn og arbeiðsviðurskifti hjá limum hevur rætt og slætt ikki verið virdur og sæð við okkara eygum, hava landsins mynduleikar gjørt sáttmálasamráðingarnar til tað bera tvætl.

- Vit hava fingið staðfest, at sáttmálasamráðingar í veruleikanum ikki eru samráðingar, men eini harraboð frá arbeiðsgevarunum.

- Okkara áheitan skal vera, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið vísa í verki, at tey virða samráðingarrættin.

Tey feløgini, sum eru samd um hetta, eru: Almanna- og heilsurøktarafelagið,

Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Fysioterapifelag Føroya, Føroya Psykiatrifelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya og Ljósmøðrafelag Føroya.