Sáttmálasamráðingarnar 2017 byrjaðar

Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið handaðu í dag hvør øðrum sáttmálakrøvini til sáttmálasamráðingarnar í heyst. Hetta er startskotið til eitt nýtt samráðingarumfar á almenna arbeiðsmarknaðinum

 

Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum við landið fer úr gildi 1. oktober og í dag byrjaðu partarnir samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála.

 

Bæði lønarkrøv og onnur viðurskiftini í sáttmálanum eru á breddanum.

 

Tað eru limirnir í Starvsmannafelagnum, sum upprunaliga eru komnir við uppskotum til sáttmálakrøv, umvegis síni álitisfólk. Síðani hevur nevndin og umsitingin í felagnum skipað og lagt krøvini hjá felagnum til rættis.

 

Starvsmannafelagið er tað fyrsta av feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum fer til samráðingar um sáttmála fyri eitt nýtt tíðarskeið. Fundurin í dag var tí startskotið til eitt nýtt samráðingarumfar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Fyrsti fundurin varð hildin í Starvsmannafelagnum, og avtalað er, at samráðingarnar í heyst skulu vera í hølum felagsins. Á hesum fyrsta samráðingarfundinum avtalaðu partarnir, at hittast aftur mikudagin 6. september.