Sáttmálasamráðingar fyri framman

Arbeiðsmarknaður: Í ár eru fleiri sáttmálasamráðingar fyri framman. Eitt yvirlit, sum Vinnuhúsið hevur gjørt, vísir nær fimm ymiskir sáttmálar kunnu sigast upp í ár.

Í fyrsta lagi er talan um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini, ið kunnu sigast upp til 1. mai. Føroya Arbeiðsgevarafelag bíðar her eftir eini útmelding frá arbeiðarafeløgunum um tey samráðast sum ein bólkur, ella tey verða í fleiri bólkum. Fyrrenn tað er greitt, ber ikki til at avtala eina samráðingargongd.
S&K sáttmálin er uppsagdur til 1. mai. Vanligt er, at samráðast um S&K sáttmálan, tá ið arbeiðarafeløgini eru liðug.
Sáttmálarnir innan fíggjarheimin eru somuleiðis uppsagdir til 1. mai. Sum tað hevur verið frammi áður, er avtalað at handa krøv við SFS og Finansforbundet 14. februar. Sáttmálasamráðingar verða eisini fyri Yrkisfelagið Trygdin.
Sáttmálin fyri busskoyringina hjá Bussleiðini í Tórshavn kann sigast upp til 1. mai.
At enda verður upplýst, at sáttmálarnir innan handverksvinnuna kunnu sigast upp til 1. oktober.