Sáttmálasamráðingar í Danmark

Umleið 67% av danska arbeiðsmarknaðinum er fevnt av nýggjum sáttmála. Sáttmálarnir eru gjørdir fyri 4 ár, og skuldi tí givið vinnuni góðar møguleikar at leggja ætlanir. Partarnir meta, at avtalan tey næstu 4 árini kemur at kosta arbeiðsgevarum umleið 4% í hægri lønarútreiðslum, ella í meðal umleið 1% um árið. Harafturat kemur úrslitið frá teimum árligu lokalu lønarsamráðingunum á virkunum.

Innihaldið í semjunum líkist, og her verður í høvuðsheitum greitt frá innihaldinum, sum kemur í gildi í sáttmálaskeiðnum:

Tann vanliga arbeiðstíðin kann í framtíðini verða í tíðarskeiðnum frá kl. 6.00 til kl. 18.00 uttan, at tað skal gjaldast eyka fyri hetta. Samstundis verður ásett, at tað er møguleiki fyri, at arbeiðstíðin kann ásetast við viku-, mánaðar ella ársstøði. Møguleiki verður eisini fyri, at ásetingarnar í sáttmálanum kunnu frávíkjast, um semja er um hetta á tí einstaka virkinum, og avtalan kann góðkennast av báðum sáttmálapørtum.

Partarnir hava avtalað (DI/CO) at arbeiða fyri einum felags sáttmála fyri arbeiðs- og starvsmannaøkið um eina stiðvísa samskipan fyri ?Industriens Overenskomst? og »Industriens Funktionæroverenskomst«. Endamálið er, at teir seinni skulu verða til 1 sáttmála. Heitið arbeiðari og starvsmaður verður í høvuðsheitum broytt til samstarvsfólk (medarbejder).

Fimm frítíðardagar koma í staðin fyri tann eina frítíðardagin og teir 3 barnafrídagarnir fyri starvsfólk við minst 9 mánaðum starvsaldri. Tað vil siga, at frá 2. mai 2003 hava starvsfólkini rætt til 5 árligar frítíðardagar.

Eftirlønargjaldið hækkar til dømis úr 5,3% til 9,0%, hjá ávísum bólkum til 8,1%.

Lønin fyri teir fyrstu 14 dagarnir í barnsburði hækkar pr. 1. maj 2000 til í mesta lagi 120 kr. um tíman og pr. 1. maj 2003 verður veitt full løn. Løn undir sjúku verður hækkað úr 4 vikum til 5 vikur.

Lønin fyri fyrsta sjúkradag hjá barninum hækkar til fulla løn.

Lægsti tímasatsurin, sum var kr. 80,40, hækkar við 2 kr. hvønn tann 1. mars 2000, 2001 og 2002. Viðbøtur verða javnaðar við 5% í miðal tað fyrsta árið, og 2% tað triðja árið. Partarnir eru samdir um at samráðast um takstirnar fyri lægstu tímaløn og viðbøtur í januar 2003 fyri tað fjórða sáttmálaárið uttan møguleika fyri arbeiðssteðgi.


(Kelda: Vinnuhúsið)