Sáttmálarnir hjá arbeiðarafeløgunum ganga út á miðnátt. Samráðingar eru í løtuni millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, men enn er óvist, um samráðingarnar verða liðnar á miðnátt
- Tímalønin hevur verið 100,80 kr síðani 2004. Tað er ongin loyna, at arbeiðarafeløgini krevja at fáa eina munandi lønarhækkan hesaferð, sum kann viga upp ímóti prísvøkstrinum seinastu árini umframt at arbeiðarar skulu gerast betur fyri fíggjarliga. Tað skrivar www.samtak.fo.
Ein kanning, sum arbeiðarafeløgini kunngjørdu í seinastu viku staðfestir greitt, at »Arbeiðarar hava havt ein minni vøkstur í keypiorkuni enn flestu aðrir løntakarabólkar í tíðarskeiðinum 2003-2006. Hetta er galdandi óansæð um talan er um fulla ella niðursetta tíð. Fyri arbeiðarar við niðursettari arbeiðstíð hevur verið talan um fall í keypiorkuni...«