Sáttmálar longdir til á midnátt 3. mai

- Sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini eru longdir til 3. mai á midnátt, sigur Vinnuhúsið.

Sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini longdir til 3. mai á midnátt.

 

- Hóast samráðst hevur verið síðan týsmorgunin, eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini ikki enn komin á mál við samráðingunum um nýggjar sáttmálar.

 

Vinnuhúsið veit í kvøld at siga, at partarnir tí eru samdir um at leingja sáttmálarnar til týsdagin 3. mai á midnátt.

 

- Sáttmálasamráðingarnar byrja aftur mánamorgunin 2. mai, verður lagt aftrat.