Sáttmálar fyri Føroya Tele og Posta

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið skrivaðu hósdagin hin 13. desember undir nýggjar tvey-ára sáttmálar galdandi fyri starvsfólkini á Føroya Tele og Posta.

Sáttmálarnir eru galdandi frá 1. januar 2013 til 1. januar 2015.

Lønarhækkingarnar í nýggju sáttmálunum eru á sama støði, sum hinar semjurnar, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt higartil í ár.

Talan er soleiðis um eina hækking á 1,13 % hin 1. januar 2013 og 1,89 % hin 1. januar 2014.

- Haraftrat samdust partarnir um eitt protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin, sigur Vinnuhúsið í dag.