Ferðavinna
- Støðan er sera óheppin, serliga fyri kundar, ið verða raktir, men tíverri er tað uttan fyri okkara makt at broyta støðuna.
Soleiðis sigur Thomas Magnussen, stjóri á Smyril Line, nú tað er greitt, at týska skipasmiðjan Blohm & Voss hevur brotið ein sáttmála við føroyska reiðaríið um at fáa Norrønu í dokk nakrar ávísar og avtalaðar dagar.
Eftir sáttmálanum skuldi Norrøna í dokk til umvæling í tíðarskeiðinum 14.-16. mai, og Smyril Line hevði sjálvandi tikið hædd fyri hesum. Blohm & Voss sigur seg ikki kunna liva upp til sáttmálan, og tí noyðist skipið í staðin í dokk tíð tíðarskeiðinum 16.19. mai. Tað merkir at Norrøna er aftur í rutusigling frá Hanstholm leygardagin 20. mai.
Smyril Line hevur spurt seg fyri hjá øllum dokkum í Danmark, Svøríki, Póllandi og Týsklandi, ið eru nóg stórar til kunna taka Norrønu upp á turt, men við so stuttari freist er vónleyst at fáa pláss ætlaða tíðarskeiðið.
- Hóast seinkingin á pappírinum bert er tveir dagar, kemur hetta sera illa við hjá kundum, ið hava keypt ferðaseðil og lagt sær ferðina til rættis. Vit royna tí saman við kundunum at finna aðrar útvegir, soleiðis at teir verða nervaðir sum minst, sigur Thomas Magnussen, stjóri, ið harmast støðuna almikið.
Tey ferðafólk, sum verða rakt av seinkanini, eru ferðafólk, sum høvdu ferðaseðil úr Hanstholm í gjár, ella úr Havn komandi hósdag










