Sætti sigurin hjá Woods

Amerikanska golfstjørnan, Tiger Woods, setti alla mótstøðu til viks um vikuskiftið í stóru kappingini WGC-Bridgestone Invitational, sum bleiv leikt í Ohio.

Woods endaði heili átta sløg framman fyri næstu spælararnar, sum vóru Justin Rose úr Onglandi og Rory Sabbatini úr Suðurafrika. Hetta er triðja árið á rað at hann vinnur kappingina, og harafturat sættu ferð á yrkisleið síni, at hann endar fremst í hesi kapping.