Felagsskapurin The New York City Coalition Against Hunger vil sambært BBC vera við, at sætti hvør borgari í býnum hevur ov lítið til matna, og at bíðirøðirnar á matveitingarstøðunum eru vorðnar 20 prosent longri hetta seinasta árið.
Orsøkin til gongdina er sambært felagsskapinum, at fátækradømið er vaksið í New York hetta seinasta árið, samstundis sum tað almenna hevur skert stuðulin til tey fátæku.
Á matveitingarstøðunum, sum eru ætlað teimum fátæku, hava tey spurt, um fólk halda seg fáa nóg mikið til egnan tørv. 57 prosent svaraðu, at tey fáa ikki nóg mikið. Sambært The New York Coalition Against Hunger søgdu 48 prosent tað sama í fjør.