Ráðstevnan varð hildin sum partur av granskingarsamstarvi millum Fróðskaparsetrið og Hugvísindadeild Háskóla Íslands.
Frændafundur er tvímálsligur: Fyrilestrarnir vóru hildnir á íslendskum ella føroyskum, og sama býti er galdandi fyri prentaðu útgávuna, sum eisini hevur stuttar enskar samandráttir.
Ráðstevnan er tvørfaklig, og á sætta fundinum vóru evnini: mál, støðan hjá samkyndum, støðan hjá útlendingum, barnabókmentir, kommunu¬samanlegging, myndlist tey seinastu tíggju árini, tónleikur og binding og sniðgáva.
Handarbeiði og snið
Milllum forkunnugu evnini hesuferð eru íkøstini hjá føroyskum serfrøðingum um ullarvirking, samfelagsliga, búskaparliga og listfrøðiliga. Fyrilestrarnir eru hesir: Osva Olsen fil. mag,: “Binding og kvinnuleiklutir í 20. aldar Føroyum”; Áslaug Sverrisson MA: “Af áhrifum fjölÞjóðlegra hugmyndastrauma á íslenskt handverk á tímabilinu 1880-1920”; Nicolina Jensen Beder, handarbeiðslærarinna: “Uppruni og líkleikar – handfaring av ull í Føroyum og Íslandi”; Ása Hátún ullarsniðgevi: “Nýggjar leiðir í føroyskari ullartilvirking”; Katrina í Geil sniðgevi: “Sniðgeving innan handbinding fyrr, nú og frameftir”; Annika Skaalum, BA: “Bindikklubbaslóðir.”
Paraðir fyrilestrar
Í ein mun eru fyrilestrarnir í bókini paraðir, soleiðis at sama evni verður sæð úr ávikavist føroyskum og íslendskum sjónarhorni. Sum dømi kunnu nevnast íslendski fyrilesturin, “Er íslensk málstefna að verða úrelt?” og samsvarandi føroyski “Málspurningar í Føroyum á reki millum tvær lógargreinir”, sum báðir hava málrøkt í heimlandinum sum evni.
Fakta
Ritsjórn og nevndir
Aftast í Frændafundur 6 hent yvirlit yvir allar prentaðar fyrilestrar frá Frændafundum 1 - 6. Í yvirlitinum eru fyrilestrarnir býttir í 4 bólkar eftir evnunum: Mál, list, búskapur og vinnulív, havfrøði og fiskifrøði.
Ritstjórar á bókini hava verið Turið Sigurðardóttir, formaður í Íslandsnevndini á Fróðskaparsetri Føroya og Magnús Snædal, limur í Føroyanevndini á Hugvísindadeildini á Háskóla Íslands.
Íslandsnevndina á Fróðskaparsetrinum manna: Turið Sigurðardóttir, formaður, Anfinnur Johansen, Jóhan Hendrik W. Poulsen, Lena Reinert og Malan Marnersdóttir.
Føroyanevndina við Háskóla Íslands manna: Ingi Sigurðsson, formaður, Höskuldur Þráinsson Magnús Snædal, María Garðarsdóttir og Pétur Knútsson.
Frændafundur 6
Fyrilestrar frá føroyskari-íslendskari ráðstevnu í Tórshavn 26.-28. juni 2007
Supplementum annales societatis scientiarum Færoensis, 49. bd.
Fróðskapur 2008, 304 blaðsíður.
Bókin er savn við 24 greinum helvt um helvt á føroyskum og íslendskum við enskum samandrátti til hvørja grein










