Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Eg haldi nýggjár í Nólsoy, og her havi eg altíð hildið nýggjár. Nú eru vit farin at skipa fyri felags fýrverki, so tað er sera hugnaligt.
Tað sigur Reidar Jacobsen.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- Tað er ikki so nógv hent í 2020, men korona hevur fylt nógv. Eg havi verið nógv á fjøllunum í Føroyum, og eg havi eisini fjakkað eitt sindur runt í fjøllunum í Noregi. Hetta hevur verið sera hugnaligt.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Tað ringasta í 2020 er, at eg havi sitið í sóttarhaldi í út við 60 dagar í samband við, at eg havi ferðast aftur og fram til arbeiðis í Noregi.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Mín vón fyri 2021 er, at vit koma burtur úr hesum korona-tíðum og fáa ein vanligan dag aftur.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg havi ikki hugsað so nógv um nýggjárslyftir. Men, eitt havi eg so sagt við meg sjálvan, at so skjótt, eg sleppi út aftur at ferðast, verður farið til Hawaii. Har skuldi eg ætlandi verið í 2020, um korona ikki kom. So, tað verður mítt nýggjárslyfti í ár, sigur Reidar Jacobsen.