Hesum boðar skúlin næmingunum frá í dag.
Staðfestir eru tveir tilburðir av koronu á skúlanum. Landslæknin metir hetta greitt benda á, at smittan ikki er spjadd nógv á Glasi. Somuleiðis kann staðfestast, at Glasir ikki er smittukelda til hinar tilburðirnar, sum eru staðfestir í samfelagnum seinastu dagarnar.
Í daga hava tey kannað teir næmingarnar og tey starvsfólk, sum vórðu kanna sunnudagin, og sum tey – í samráð við landslæknan – hava raðfest fremst í samband við smittusporingina.
– Hesir umfata allar valflokkar og bólkar, sum onkusvegna kunnu setast í samband við smittutilburðirnar. Úrslitini av dagsins kanningum verða væntandi tøk í morgin ári, skrivar skúlin í fráboðanini til næmingarnar.
Sagt verður víðari, at landslæknin hevur mælt til, at hann fær úrslitini av dagsins kanningum, áðrenn endalig støða verður tikin til, um restin av hópinum á skúlanum skal kannast aðru ferð.
– Hesum taka læknafakligi bólkurin og Uttanríkis- og mentamálaráðið undir við. Í fyrsta umfari hevur hetta ta broyting við sær, at kanningarnar av restini av næmingahópinum, sum skuldu gerast hósdagin, verða útsettar til fríggjadagin. Tá lanslæknin hevur mett um kanningarúrslitini, tekur hann støðu til, um kanningarnar verða framdar fríggjadagin ella ikki.
– Hendan broyting hevur við sær, at øll eru heima, og at undirvíst verður á TEAMS sambært tímatalvuni í morgin, hósdagin, skrivar skúlin í fráboðanini.