Hóast tað ikki bendir á tær stóru flytingarnar millum flokkarnar í Tórshavnar býráð á valinum týsdagin í næstu viku, so kann tað hava stóran týdning, um Javnaðarflokkurin vinnur fjórða umboðið frá Tjóðveldinum og fær seks umboð vald í Tórshavnar býráð.
Um so verður, at Javnaðarflokkurin fær seks og Tjóðveldi trý, so er ein samgonga millum Fólkaflokkin og Tjóðveldi helst útilokað.
Tað er líka vist sum ammen í kirkjuni, at royndir fara at verða gjørdar at skipa samgongu uttan um Heðin Mortensen og Javnaðarflokkin. Soleiðis er tað aftan á hvørt val í Havn, og ofta verður sitandi borgarstjóri soleiðis »snýttur«.
Tað hendi í 1996, tá Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin skipaðu nýggja samgongu við Leivi Hansen sum borgarstjóra, og Lisbeth L. Petersen mátti leggja frá sær.
Tað hendi aftur í 2000, tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skipaðu samgongu við Jan Christiansen sum borgarstjóra, og Leivur Hansen mátti leggja frá sær.
Tað hendi eisini í 2004, tá Javnaðarflokkurin – saman við Heðini Mortensen, sum varð valdur fyri Sambandsflokkin, skipaði samgongu saman við Tjóðveldinum, og Jan Christiansen mátti leggja frá sær.
Í 2008 endurskipaðu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi samgonguna, og tann møguleikin er sjálvandi upplagdur hesaferð eisini, hóast flokkarnir ikki hava sagt tað alment.
Men fær Tjóðveldi fýra fólk vald og Fólkaflokkurin trý – ella øvugt, so fær Tjóðveldi uttan iva tilboð frá Fólkaflokkinum um at seta Jógvan Arge – sum sambært kanningini fær flestar atkvøður – í borgarstjórasessin, um teir báðir flokkarnir skipa samgongu. Fær hvørki Fólkaflokkurin ella Tjóðveldi meiri enn trý umboð í part, so er hesin møguleiki útilokaður, og so hevur Heðin Mortensen buktina og báðar endarnar.
Men fær Javnaðarflokkurin seks umboð vald, so kann flokkurin eisini skipa samgongu saman við Sambandsflokkinum. Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, peikar sum tann einasti uttan fyri Javnaðarflokkin á Heðin Mortensen sum borgarstjóra. Hesum boðaði Sambandsflokkurin frá á tíðindafundi seinasta mánadag, og tá kann Annfinn Brekkstein, ella hvør tað so verður, sum verður valdur í býráðið fyri Sambandsflokkin, koma í eina lyklastøðu.
Ein samgonga milum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin er valla hugsandi hesaferð. Møguleikarnir eru tí helst hesir:
1. Samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi heldur fram við Heðini Mortensen sum borgarstjóra.
2. Samgonga millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin við Heðini Mortensen sum borgarstjóra
3. Samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Sambandsflokkin við Heðini Mortensen sum borgarstjóra
4. Samgonga millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin við Jógvan Arge sum borgarstjóra – ella tí býráðslimi á tjóðveldislistanum, sum fær flestar atkvøður.
Alt bendir tí helst á, at Heðin Mortensen framvegis verður borgarstjóri í Tórshavnar kommunu næstu fýra árini.