Sætta heiðursmerkið á rað til Pál

Fyri løtu síðani vann Pál Joensen silvur í 1500 metra frísvimjing í World Cup-kappingini í Stockholm, tá hann kom á mál við tíðini 14 minuttir og 54,21 sekund. Vinnari var fraklendingurin, Sebastian Rouault, ið hevði tíðina 14 minuttir og 37,94 sekund.

 

Sostatt vann Pál eisini heiðursmerki í síni sættu av tilsamans seks World Cup-kappingum innan fyri eina góða viku. Í gjár vann hann bronsu á 400 metra teininum við tíðini tríggir minuttir og 46,13 sekund.

 

Tríggjar kappingar í eina viku

Hesa síðstu vikuna hevur Pál Joensen verið við í trimum World Cup-kappingum, har hann tilsamans hevur verið í hylinum níggju ferðir. Fyrra dagin hevur hann svomið bæði innleiðandi og finalu í 400 metra frísvimjing og seinna dagin finalu í 1500 metra frísvimjing.

 

Bestu úrslitini í hesum trimum World Cup-kappingunum fekk Pál í Moskva, har hann vann gull á báðum teinunum. Í fyrstu kappingini, sum var í Berlin síðsta vikuskiftið, vann Pál silvur á 400 metra teininum og somuleiðis silvur á 1500 metra teininum.

 

Hesar tríggjar kappingarnar hjá Páli Joensen eru fyrireiking til HM-kappingina, sum verður í Dubai í desember.