Sætta flogfarið í flotan

Atlantic Airways hevur gjørt leiguavtalu um eitt BA 146-200 flogfar. Magni Arge, stjóri, sigur, at við fimm flogførunum í støðugari flúgving, er tørvur á at hava eitt eyka flogfar at taka til

Flogferðsla

 Hetta flogfarið er fyrst og fremst roknað sum eitt back-up hjá okkum. Flúgvingin hjá okkum kemur í summar at fevna um fimm flogfør, og tí er neyðugt at hava ta trygd, sum eitt eyka flogfar kann geva okkum. Bæði at seta inn, um talan verður um seinkanir ella avlýsingar. Og sjálvandi eisini, um okkurt av hinum flogførunum ikki er tøkt av einhvørjari orsøk.
Soleiðis sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, nú felagið hevur gjørt avtalu um at leiga eitt flogfar í summarhálvuni.
Við hesum telur flotin hjá føroyska flogfelagnum nú seks flogfør. Eins og við hinum fimm, so er talan um eitt flogfar av slagnum, British Aerospace. Flogfarið, sum í løtuni stendur á Prince Edward Island, er 20 ára gamalt. Í løtuni verður flogfarið málað og riggað til í aðrar mátar, og síðani verður kósin sett móti flogvøllinum í Vágum.