– Skalt tú veruliga gera sátt krevst ein máttmikil og grøðandi tilgongdir, sum krevur arbeiði og økt sjálvsinnlit hjá báðum pørtum í ósemjuni. Eg leggi dent á sanna sáttargerð, og hvussu hetta kann gerast í roynd og veru, skrivar Peter Damgaard-Hansen millum annað.
Peter Damgaard-Hansen hevur arbeitt við menniskjum í fleiri enn 35 ár og er serfrøðingur í parterapi og sáttargerðar-arbeiði. Hansara fakliga tilgongd tekur støði í einum samspæli millum likamliga, sálarliga og andaliga heilsu.
Petur fer at hava hesar fyrilestrar í Vesturkirkjuni:
Mikukvøldið 22. mai kl. 19:30 – 21.30
Evnið: At gera sátt og semju í sambondum. Her verður hugsað um okkara relatiónir hvør við annan. Øll eru vælkomin.
Leygardagin 25. mai kl. 14:00 – 16:30
Evnið: Kynstrið at liva tað góða hjúnalagið. Her verður m.a. gjørt upp við skeivar væntanir, vit hava fyri hjúnalagið. Øll eru vælkomin.











