Tær báðar Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk, ið seinnu árini hava ríkað okkum við bestsellera-matgerðarbøkurnar Lætt & Leskiligt I og II geva nú upp til jóla út nýggja bók.
Har fyrru bøkurnar royndu at vísa á heilsugóðan, men samstundis spennandi og vælsmakkandi mat, sleppa vit nú í Søtt & Leskiligum at njóta næstan uttan fyrilit.
Rithøvundarnir eru væl útbúnir innan føðslu og fara nú at vísa síni kynstur í søta lívinum við 84 ymiskum uppskriftum uppá m.a bakstur við gerdeiggi, smákøkum, skuffukøkum, rómakøkum, flógvum køkum og tertum, marsipan og annað gott.
Bókin hevur sera vakrar og innbjóðandi myndir, ið hin dugnaligi fotografurin Finnur Justinussen hevur tikið.
Í innganginum til Søtt & Leskiligt skriva tær báðar:
Tann søti bitin er partur av matmentanini hjá flestu fólkasløgum. Longu við móðurmjólkini fær menniskjan smakkin av tí søta, sum ímyndar tað trygga, góða og leskiliga.
Tann søti bitin verður í okkara mentan nýttur, tá ið hátíðarhald eru, men verður eisini í alt størri mun nýttur sum leskibiti til hugnaløtur saman við vinum og kenningum.
Fyrimunurin við at gera sín egna leskibita er, at tú veitst akkurát, hvat tilfar er í, og hvussu hann er gjørdur. Tilvitanin um hetta hevur alt størri týdning í nútíðarsamfelagnum.
Henda bókin er ætlað at vera íblástur til serligar løtur, føðingardagar, høgtíðir, veitslur og annað. Í bókini finnur tú 84 góðar og leskiligar uppskriftir. Uppskriftir eru millum annað til lagkakur, rullukakur, dessertir, ísar, smákakur og bakstur úr gerdeiggi. Umframt uppskriftir eru eisini góð bakiráð og mál og vekt.
Harumframt eru hugskot til høgtíðir og merkisdagar umframt barnaføðingardagar; eisini hava vit tríggjar uppskriftir upp á væl smakkandi kaffi.
Sum í undanfarnu bókum hava vit lagt okkum eftir at gera uppskriftir, sum eru lættar at fara undir, og úr tilfari, sum er algongt hjá teimum flestu.
Jóhanna á Tjaldrafløtti
Føðslu- og húsarhaldsfrøðingur og kliniskur dietistur
Prógv frá Suhrs Seminarium í Keypmannahavn í 1991
Hevur starvast sum lærari á kokkaskeiðnum hjá Klaksvíkar Sjómansskúla,
undirvíst í heimarøktini og lærari á Húsarhaldsskúla Føroya
Starvast sum kliniskur dietistur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, diabetes ambulatoriið
Starvast sum leiðari á Húsarhaldsskúla Føroya síðani november 1994
Fyrilestrar- og skeiðshaldari
Prógv sum kliniskur dietistur 2005
Elisabeth Akursmørk
Økonoma og life-business coach
Prógv frá Økonomaskúlanum í Keypmannahavn í 1994
Hevur starvast sum økonomaassistentur á Landssjúkrahúsinum
og Klaksvíkar Sjúkrahúsi og undirvíst á Føroya Sjúkrasystraskúla
Hevur starvast sum lærari á Húsarhaldsskúla Føroya 1995-2007
Leiðari frá august 2004-2005
Prógv sum life-business coach 2005
Hevur starvast sum life-business coach síðani 2005
Hevur starvast sum lærari á Føroya Læraraskúla 2006-2007
Fyrilestrar- og skeiðshaldari
Starvast sum deildarleiðari á vistarheiminum Østervang í Tranbjerg