Vælumtókti norski svingbólkurin, ið spælir til stóra dansin á Hálsi í kvøld, kom til Føroya í gjár Sakarina telist millum allarbestu dansiorkestur, og óivað verða tað mong, sum fara at hugna sær á Hálsi í kvøld
Saman við Sakarina spælir eisini føroyska dansiorkestrið Rok, ið somuleiðis er mannað við garvaðum og vælspælandi tónleikarum.
Atgongumerki til dansin fáast í forsølu á Shellstøðunum kring landið og verða eisini seld við dyrnar.
Fyriskipari er Róðrarfelagið Knørrur, ið áður hevur staðið fyri sera væleydnaðum dansikvøldum á Hálsi.