Bíblian er kærleiksboðskapurin frá Guði. Men hon talar sanniliga eisini álvarsamt, ræðandi og ávarandi. Hvat nú?
Er tað skeivt at ávara menniskju, at ein avgrund er fyri framman, og at best er at venda við?
Hetta er kærleikin frá Guði, Jesus doyði ein ræðuligan deyða. Hann doyði í staðin fyri okkum.
Vilt tú ikki taka ímóti hesum Staðgangara tínum, so mást tú doyggja brádliga.
Í Lukas kap. 13 stendur, at eitt torn í Siloa rapaði og drap 18 mans. Jesus segði ikki, at teir vóru syndarar framum onnur. Nei hann svaraði teimum »Eg sigi tykkum, men venda tit ikki við, skulu tit allir ganga til grundar á sama hátt«.
Kæra menniskja, alt hetta er sagt í kærleika. Vakna og vend við og tak við trúgv á Jesus.
Tað stendur víðari í Lukas 13 v. 23 og 24., ein segði við Hann (Jesus): »Harri, munnu tað vera fá, sum vera frelst«? Tá segði hann við tey: »Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið. Tí mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki kunna«. T.v.s. formáa tað.
Tað dugir ikki, at pakka tað inn.
Tað er tveir Harrar, Guð ella Djevulin. Valið er títt.