Søtir tónar frá Salt

Hvør minuttur og hvør tóni var eitt satt njótilsi. Tey umleið 600 fólkini, ið høvdu leitað sær í Kelduna fríggjakvøldið til stórslignu útgávukonsertina hjá sangbólkinum, Salt, fingu sanniliga nakað fyri peningin. Við einastandandi vøkru røddum sínum og breiða songúrvalinum fingu tey rættiliga áhoyrararnar við sær

 
 
 
 
 
Hóast koyrilíkindini ikki vóru av teimum bestu fríggjakvøldið, so høvdu parkeringsvørðarnir við samkomuhúsið hjá Kelduni úr at gera við at finna pláss fyri teimum fleiri hundrað bilunum, sum í jøvnum streymi komu úr øllum ættum.
Tá klokkan var farin nakað av níggju, komu sangararnir í Salt á pallin, øll klødd í reyðum og svørtum. Vónirnar til konsertina vóru í topp, tí fasilitetirnir í Kelduni eru av teimum allarbestu í landinum.
Tí varð tað eitt vónbrot fyri áhoyrararnar og ikki minst sangararnar, tá ljóðteknikkurin sveik nakað. Men hóast tað, var framførslan hjá Salt framúr góð, og fólk vóru samd um, at konsertin var sera væl eydnað.
Í steðginum framførdi bólkurin, [Skwi:z] úr Klaksvík, til stóran stuttleika fyri áhoyrararnar, tónleik við sangi, floytum, fløskum og gløsum.
Væl umhugsaðir tónar
Gunvá við Keldu úr Klaksvík var ein av mongu áhoyrararunum, og hon sigur soleiðis frá sínari uppliving av konsertini:
?Satt at siga, so gleddi eg meg til konsertina við Salt. Havi hoyrt tey  live fyrr og eisini í útvarpi. At tey nú havi givið fløgu út, er gleðiligt.
Eg sat væl fyri til konertina, og meðan tey sungu teir fyrstu sangirnar a capella, mátti eg blunda og njóta røddirnar. Tað er ikki ofta, vit hoyra bólkar, har røddirnar hava so stóran leiklut.
Meðan eg sat og blundaði, reikaðu tankarnir til so mætar bólkar sum ?The King Singers? og ?The Real Group?. Tað var so vakurt og harmoniskt, og hvør tóni var vælumhugsaður og væl sungin. Má siga, at arrangementini til sangirnar vóru sera flott.
Bólkurin er væl samansungin, og røddirnar ljóða avbera væl saman.
Kanska eru røddirnar meira kórrøddir heldur enn solorøddir, men tó skal sigast, at sangurin "Beauty", har Paula sang solorøddina, var einastandandi vakur og hóskaði væl til hennara rødd.
Við var eisini eitt orkestur við framúr góðum tónleikarum. Til sangirnar, har orkestrið spældi undir, var næstan eingin munur á kvalitetinum á røddunum. Øll gjørdu sær eins stóran ómak og ljóðaðu líka væl sum til a capella sangirnar?.
At enda ynskir Gunvá at nýta høvið at takka Arnvør, Elsebeth, Rógva, Jóan Magnus, Óla Kristian, Paulu og Ednu fyri eina ómetaliga góða konsert og ynskir teimum góða eydnu við nýggju fløguni.
Droyma um Amerika
Eftir konsertina tosaðu vit við Bárð á Lakjuni, sum sigur, at bólkurin hevur nógv á skránni tað, sum eftir er av hesum árinum.
Eitt nú eru tey boðin til Skotlands at luttaka á einari jólakonsert í býnum Motherwell, nær Glasgow. Og her heima skulu tey syngja á eini stórari jólagospelkonsert í ítróttarhøllini á Hálsi tann 18. desembur.
Bárður sigur, at tey ætla at halda fram við at venja, og at teirra stóri dreymur er at fara yvir til Amerika at framføra.
 
AT SETA Í GRÁTT:
 
Fakta um Salt:
Sangarar:
Edna Jacobsen, Fuglafiði
Paula Jespersen, Leirvík
Bárður á Lakjuni, Leirvík
Elsebeth Lassaberg, Fuglafirði
Jóhan Magnus K. Olsen, Saltnes
Arnvør á Torkilsheyggi, Nes
Óli Kristian á Torkilsheyggi, Nes
 
Tað vóru teir báðir, Bárður og Óli Kristian, sum í 1999 byrjaðu at syngja undir navninum,
Saltbrøður, ið síðani varð til bólkin, Salt.
Sangararnir og tónleikararnir virka vanliga innan brøðrasamkomuna.
Tað, sum bólkurin serliga er kendur fyri og sum er eitt vørumerkið hjá bólkinum, er, at tey vanliga syngja à capella, sum merkir, at tey bara hava røddir og eingi ljóðføri.
Nýútkomna fløgan er tikin upp í Studio Pegasus í Klaksvík í tøttum samstarvi við
Hans Poulsen úr Runavík, sum í løtuni er búsitandi í Keypmannahavn.