John Johannessen
Løgmaður ynskir at sleppa at tosa við NATO aðalskrivaran um møguleikan fyri, at Føroyar sum fullveldi gerast limir í NATO verjusamstarvinum, Partnership for Peace.
Heimastýrisskipanin krevur tó, at samskifti landsstýrisins á uttanríkispolitiska økinum skal fara umvegis danska uttanríkisráðharran.
Tí sendi Anfinn Kallsberg 25. august umbønina til Lord Robertson, NATO aðalskrivara, um fund umvegis danska uttanríkisráðharran, Niels Helveg Petersen.
Men Niels Helveg Petersen heldur tað ikki vera neyðugt hjá landsstýrinum at fara í beinleiðis samráðingar við NATO um verjusamstarv. Tí vil hann ikki senda brævið víðari til Lord Robertson, NATO aðalskrivara. Hetta ger hann løgmanni greitt í brævi dagfest 30. august.
Skuldu hittast í Reykjavík
Løgmaður er í løtuni staddur í Reykjavík á ráðstevnu um framtíðar trygdina í Norðuratlantshavi. Á hesi somu ráðstevnu luttekur Lord Robertson, og skjýtur løgmaður tí í brævinum til Lord Robertson upp, at teir hittast í Reykjavík at umrøða framtíðarsamstarv Føroya við NATO.
Løgmaður vísir í brævinum til Lord Robertson á, at Føroyar og Danmark í løtuni samráðast um at skipa Føroyar sum fullveldi, og at fullveldið Føroyar fer at samstarva við síni grannalond innan trygdar- og verjumál. Í slíkum samstarvi fara Føroyar at gera sítt til at varðveita stabilitet í Norður Atlantshavi.
Løgmaður greiðir eisini frá, at landsstýrið hevur ta fatan, at Føroyar sum fullveldi hava møguleikan at søkja um limaskap í NATO ella í Partnership for Peace samstarvinum, sum er ein partur av NATO.
At enda sigur løgmaður seg síggja fram til at hoyra frá Lord Robertson, um tað ber til at hittast í Reykjavík at umrøða hesar møguleikar.
Krevur her
Í brævinum frá Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharra, til løgmans vísir Niels Helveg Petersen á, at limaskapur í Partnership for Peace merkir verkligt hernaðarligt samstarv millum ávísa landið og NATO. Samstarvið fevnir millum annað um friðarvarðveitandi átøk.
Tískil merkir hetta, at limalandið má hava vápnaðar styrkir, ið kunnu luttaka í venjingum og uppgávum vísir uttanríkisráðharrin á.
Niels Helveg Petersen vísir á, at Føroyar eru ov veikar at fara inn í slíkt samstav.
Uttanríkisráðharrin býur sær annars at kunna føroyingar gjøllari um verju- og trygdarpolitisku støðuna í Europa.
Landsstýrið vísir pástandunum hjá danska uttanríkisráðharranum aftur. Tað vísir millum annað á, at Ísland er limur í NATO, hóast tað ikki hevur her.









