Sýtir fyri at fara frá

Ófriðurin á Haiti hevur kravt meiri enn 50 mannalív, men forsetin vil ikki leggja frá sær

-Eg fari úr forsetaborgini tann 7. februar í 2006.
Tað er tað greiða svarið frá Jean-Bertrand Aristide, forseta, eftir at uppreistrarmenn hava tikið fleiri býir við kravi um, at forsetin skal fara frá. Uppreistrarmenninir halda uppá, at svik var uppií, tá forsetin vann valið í 2000, og teir skuldseta hann fyri umfatandi korrupsjón.
ST hevur sent eitt lið av eygleiðarum til Haiti at fylgja við gongdini, tí vandi er fyri, at ein partur av fólkinum kann líða hungur, heldur ófriðurin fram.