Vælumtókti kokkurin Oddvør Skarðhamar, ið vit eisini kenna frá mongum uppskriftum í blaðnum Kvinna, hevur latið sína fyrstu kókibók úr hondum. Í bókini eru uppskriftir til dessertir, køkur og annan bakstur.
Bókin, ið hevur heitið Oddvørsa køku- og dessertdreymar, er løgd til rættis og stílað av Ingibjørg Jacobsen.
Fyrsta av sínum slag
Seinnu árini eru fleiri ymiskar føroyskar kókibøkur komnar á marknaðin. Bøkur, sum hava tillagað seg føroyskan matáhuga og matmentan. Vit hava fingið bøkur um siðbundnan føroyskan mat, lættan mat, minni lættan mat, fisk og mat frá kendum kokkum. Men higartil hevur eingin bók einans snúð seg um dessertir, køkur og annað søtt undir tonna.
Tí hava Oddvør Skarðhamar, ið er kendur kokkur, og Ingibjørg Jacobsen, sum er kreativur samskipari, í fleiri ár tosað um at gera eina slíka bók. Í ár er hetta prátið vorðið veruleiki. Tær báðar dessertglaðu kvinnurnar hava kent hvørja aðra í fleiri ár. Tær hava eisini arbeitt tætt saman á blaðnum Kvinna, har Oddvør hevur gjørt mat til blaðið, og Ingibjørg hevur lagt lag á. Málsetningurin hjá teimum báðum við nýggju bókini var at gera eina dessertbók, har føroyingar fingu samlað allar tær vælkendu bindiklubba- og føðingardagskøkurnar í eini bók saman við nýggjum og øðrvísi køkum.
Á føroyskum og donskum
Í bókini eru 80 uppskriftir. Millum annað eru fleiri sløg av muffins, sum seinnu árini er vorðið alsamt meira vanligt á føroysku kakuborðunum. Eisini er hópin av smákøkum, formakøkum, skuffukøkum og tertum - umframt bollar, vaflur, pannukøkur, rómakøkur og ísar.
Sum nakað heilt serligt eru allar uppskriftirnar bæði á føroyskum og á donskum. Soleiðis er bókin eisini eitt fínt gávuhugskot til danskar vinir og kenningar og ein upplagdur møguleiki hjá ferðafólki at kunna seg við føroyska matmentan.
Tað er myndamaðurin Benjamin Rasmussen hevur tikið tær mongu leskiligu myndirnar, sum prýða bókina.
Oddvørsa køku- og dessertdreymar er slakar 200 blaðsíður og fæst í bókahandlum kring landið.