Síta fyri at sigla við Dúgvuni

Sunnudagin samtyktu bý- og bygdaráðsformenn í Suðuroynni saman við vinnulívsumboðum úr oynni at senda landsstýrinum skriv, har tey siga, at tey undir ongum umstøðum góðkenna, at Dúgvan verður sett at røkja siglingina til Suðuroyar meðan Smyril er í dokk.

John Johannessen

Smyril skal nevniliga í dokk í seinasta lagi í juni mánaði, men SL hevur ikki havt ráð til at funnið eitt hóskandi skip at loysa Smyril av hetta tíðarskeið.

Nú suðuroyingar tískil á myndurleikarnir um at finna neyðuga peningin til eitt avloysaraskip. Ásannað verður, at tað hevur týdning at viðlíkahalda Smyril, men meðan hann er burt, góðtaka suðuroyingar ikki at sigla við Dúgvuni.