Fiskakeyparar í Noregi fýlast á, at upsi, sum veiddur verður nær landi, luktar. Fiskurin livur av fóðuri, sum fellir frá alibrúkum og skarni frá laksi Ein fiskakeypari í Ryfylke í Noregi hevur nú sýtt fyri at keypa upsa. Fiskurin luktar og smakkar illa.
Orsøkin til, at fiskakeyparin ikki vil keypa upsa, sum veiddur er á fjørðinum, er, at fiskurin livur av laksafóðuri, sum fellir frá alingini - og frá skarni frá laksi.
Trupulleikin er ikki ókendur millum norskar fiskakeyparar, men vísir seg at vera størri í ár enn áður.
Tor Bernhard Harestad, sum rekur fiskamóttøku í Rennesøy, er millum teirra, sum ikki vilja keypa upsa, ið er veiddur á fjørðinum.
- Upsin er mislitaður, feitur, og kjøtið í fiskinum hongur ikki saman, men minnir meira um deiggj.
Fiskakeyparin sigur, at magainnihaldið sigur, hvat fiskurin etur, og her er einki at fara skeivur í.
- Føðin er laksafóður, sum fellir fra alingini og skarn, sum fellir frá laksinum, sigur hann.