Tveir dystir vórðu spældir í meistaradeildini hjá kvinnum um vikuskiftið.
Stórur spenningur var um dystin í Trongisvági, har SÍ vitjaði. Og við einum 3-1 staðfestu sørvágskvinnurnar, at tær avgjørt ætla sær heiðursmerki í ár.
TB tók annars fyrsta settið, men so setti SÍ ferð á. Bæði næsta og fjórða settið vunnu tær so ruddiliga, meðan TB var um reppið at taka triðja settið.
Í hinum dysitnum í dag vann KÍF 3-1 á Mjølni. Mjølnir helt seg annars vera komið við í dystin, tá tær vunnu næsta settið, men kollfarðakvinnurnar vildu tað tó øðrvísi.
Úrslitini
Meistaradeild kvinnur
TB-SÍ 1-3 (25-21, 11-25, 24-26, 14-25)
KÍF-Mjølnir 3-1 (25-.14, 23-25, 25-22, 25-19)