Vit eru ein miðalstór bygd í Føroyum, við øllum teimum hentleikum ið hoyra einari slíkari til. Men í einum skæra vit framúr, tað er í hondbólti, her teljast vit millum teir bestu í landinum. At síggja eitt frugtagott úrslit av tí arbeiði, ið eg saman við góðum kreftum her í bygdini løgdu lunnar undir fyri gott 13 árum síðani. Við hesum setningi fyri eygað fingu vit útlendskar venjarar og eitt gott ungdómsarbeiði. Og í dag síggja vit úrslitið av tí.
Frítíðarvirksemi er ofta ótakksamt arbeiði, og tá vit hugsa okkum um, er tað ófatuligt at vit hava átt og enn eiga so nógvar góðar kreftir, ið av sínum eintingum skúgva onnur áhugamál til viks og uttan nakran persónligan vinning geva felagnum S.T.Í.F. tíð og orku sína.
Her skulu venjarar fáa eina serstaka og stóra tøkk, og eingin av okkum orkar at frambera hana nóg væl. Vit siga at hon er gull verdug, men her er einki gull, ið kann setast upp ímóti teimum avrikum, ið eru framd innan hendan ítrótt her í bygdini.
Tað er við góðum treysti til framtíðina, at eg sigi hesi orð. Eg veit at vit hava framúr gott ítróttarfólk og góðar stuðlar, og ikki minst ein framúr góðan ungdóm, og eg veit at millum hesar, finna vit nógvar komandi føroyameistarar.
Gott er góðum at tæna.
Bestu ítróttarkvøðu
Henry Jarnskor, fyrrverandi formaður