Dráttur-SÍ 1-3 (25-23, 20-25, 14-25, 23-25)
Stiman, ið sørvingar tykjast vera komnir í, man sigast at vera sera góð, tí onki lið stendur teimum mát.
Bæði í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum, er støðan tann, at oddaliðið er SÍ, hóast tað á kvinnusíðini er talan um ein deildan oddasess. Har eru tað ÍF kvinnurnar, ið eru argastu kappingarneytarnir hjá vágagellunum, og hava tær ein dyst á láni.
Í meistaradeildini hjá monnum var tað hesaferð Mjølnir, ið ætlaðu sær stig úr oddabrakinum, so at teir kundu leggja seg í góða FM-støðu.
Oddastríðið hevur staðið millum serliga hesi bæði liðini, og so hava ÍF havt hug at blanda seg uppí eisini.
Dráttur dragnar
Í høllini á Giljanesi var spennandi oyggjauppgerðin í meistaradeildini hjá kvinnum spæld í vikuskiftinum, og samstundis ein uppgerð, har Dráttur helst skuldi fáa stig burturúr, til tess at halda seg uppi í oddastríðnum.
Dráttur byrjaðu eisini dystin rættuliga tendraðar, og løgdu út sum eitt óløgið. Við góðum servum, ágrítnum móttøkuspæli, fingu vertirnar lagt eitt trýst frá byrjan, og kantarnir høvdu nærum hug at fara á flog til tíðir. SÍ fótaði sær tó, aftaná trilvandi byrjanina, og var um reppið at vinna sær settið, men hepnið manglaði og fyrsta settið fór til heimaliðið. 25-23
Næsta settið er sum endin á tí fyrra. Karin Mikkelsen vísir servur á høgum støði, og samstundis eru móttøkurnar hjá Drátti byrjaðar at vilja út úr høllini, heldur enn niðan til hevaran. SÍ vinnur settið trygt 25-20.
Triðja sett byrjar katastofalt fyri Drátt, tí tær høvdu kanska gloymt at lagt lokið á pottin. SÍ nýttu ferð eftir ferð hugtakið at koyra í pottin, t.e. at bólturin verður skumpaður yvirum netið í eitt op millum leikararnar hinumeðna netið. Og áðrenn Dráttur fær fótað sær, er SÍ rokið avstað. Støðan var 14-4 tað einu løtuna. SÍ endar við at vinna settið 25-14.
Í fjórða setti vóru liðini sum hamskift, tí SÍ tóktist at hava lækkað ferðina á spælinum, og Dráttur sær sín møguleika, og roynir at taka av. Einu løtuna er heimaliðið eisini á odda 20-15, men so er tað sum um at SÍ hevur eitt undómskent eyka gervi, tí tær fingu vent settinum og tí eisini vunnið dystin. Endaliga settið varð 25-23 til SÍ.
Oddabrakið í Klaksvík
Ein sannur gýsari lá í kortunum, tá Mjølnir og SÍ skuldu møtast í meistaradeildini hjá monnum.
Sum oddalið, nú hálvt FM er runnið, tóku SÍ sæti í stóru steypafinaluni á Hálsi í februar.
Í mun til Mjølnir, fekk SÍ eina trilvandi byrjan uppá dystin, og Mjølnir fóru eisini avstað við fyrsta settinum 25-20.
Men so tóktist tað sum um at kósin varð sett hjá gestunum úr Vágoynni, teir vunnu trygt í øðrum og triðja, ikki minst takkað verið framúrskarandi fjølbroytni í spælinum hjá Jóan Peturi á Stongum.
Í fjórða setti stóð á eina løtu, men har sýndu SÍ munin.
Ov nógvir feilir hjá heimaliðnum og ov sjálvdan sá man nakað til tað meistarliga spæl teir eru mentir at spæla. Møguliga var tað mótstøðuliðnum fyri at takka, at so var.
Fram tikið seg úr
Ein dystur skuldi verið spældur í meistaradeildini hjá monnum í vikuskiftinum, og tað var dysturin millum havnarfelagið Fram og ÍF. Men frammanundan boðaði Fram, at teir hava valt at taka liðið úr kappingini. Hvat víðari hendir, hesum viðvíkjandi, er ilt at vita, men eyðsýnt er, at tað er serstakliga óheppið. Bert fimm lið byrjaðu kappingina í ár í bestu flogbóltsdeildini, og nú tað eina felagið hevur trekt seg aftur, eru bert fýra eftir.
Hendan ítrótt hevur trupuleikar at vinna fastaføtur ymsastaðni í landinum á mannfólkasíðuni, og tí er tað sera óheppið at slíkt kemur fyri, heilt uppi í bestu flogbóltsdeildunum. Hetta er ikki við til at økja um áhugan fyri ítróttini, og má tað sigast at vera synd.
Vónandi verður greiða funnin á málinum, so at man aftur kann fokusera á tað vakra og einfalda í spælinum.