Síðstu summartónarnir

Tónleikafagnaðurin Summartónar hevur nú brátt verið kring landið í eina viku og í dag og í morgin verða síðstu tónarnir at hoyra

Summartónar er afturvendandi tónleikafagnaður í Føroyum. Ein av mongum dygdum við júst hesum tiltakinum er, at tónarnir røkka kring landið, tí skipað verður fyri tónleikatiltøkum á bygd og í bý. Alt landið fær vitjan.

Men á hesum sinni eru bert tveir dagar eftir av Summartónum.

Í dag, mánadag 7. juli, spæla Atli Ellendersen og Sune Vejlby Brogård í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan 20:00.

Aldubáran spælir í kirkjuni á Húsum klokkan 19:30.

Og Sjónleikarhúsið í Havn er klokkan 21:00 karmur um eitt heldur øðrvísi tiltak, har leikur, yrkingar og tónleikur spæla saman. Audio Exhibition við Annfinni Heinesen, sjónleikara, Matias Seibæk, slagverk, og Andras Olsen, trombon.

Týsdagurin 8. juli er síðsti dagurin og tá endar vikulanga skráin. Tað endar, sum tað byrjaði, við konsert í Klæmintsgjógv í Hesti frá klokkan 13:00 til 18:00. Har fer Dávur Juul Magnussen at spæla trombon.

Tað eru Felagið Føroysk Tónaskøld og Norðurlandahúsið, ið skipa fyri Summartónum.