Síðstu sýningarnar á bygd

   

Havnar Sjónleikarfelag fer nú undir tær síðstu sýningarnar á bygd, við skemtileikinum Einki er sum mammusa gras.
Leikurin hevur verið sýndur í Klaksvík og í kvøld gongur leiðin til Fuglafjarðar, har leikurin verður sýndur í Mentanarhúsinum. Leygardagin 10. mai verður farið vestur í Vágarnar, har leikurin verður sýndur í Miðvágs skúla og mikudagin 14. mai verður leikurin sýndur í Eydnuni á Oyrarbakka.
Atgongumerkir á kr. 100,- kunnu keypast á Kunningarstovnuni í Fuglafirði tilleikin í Fuglafirði og í Mylluni í Miðvági til leikin har vesturi, ella við dyrnar 1 tíma undan sýning. Allar dagar kl. 19.30.