Viðhvørt argar illveðrið soleiðis, at flogferðslan undan jólum til Føroya og úr Føroyum verður órógvað og seinkað. Tá ið tað er stutt millum komur og fráferðir skal ikki so nógv til, inntil tað kemur proppur í.
Soleiðis hevur ikki verið undan hesum jólunum. Góðveðrið hevur havt við sær, at flogferðslan til og úr Føroyum hevur gingið sum smurt.
Í dag lenda fimm flogfør í Vágum, og fýra fráferðir hava verið fyrrapartin. Síðsta flogfarið undan jólum lætti úr Vágum klokkan 12.30. Tað fyrsta fór úr Vágum klokkan átta í morgun við kós móti Aalborg. Trý flogfør eru farin til Keypmannahavnar.
Nú verður ikki flogið aftur úr Vágum fyrr enn annan jóladag klokkan 8.30, tá ið eitt flogfar fer til Keypmannahavnar. Henda dagin lætta fýra flogfør úr Vágum – trý til Keypmannahavnar og eitt til Bergen.
Fimm flogfør lenda í Vágum ídag. Tað síðsta ætlast at lenda klokkan 15.09. Tað kemur úr Keypmannahavn. Trý onnur flogfør eru í góðveðrinum í dag komin úr Keypmannahavn, og eitt er komið úr Aalborg.
Næstu flogførini koma annan jóladag. Tá verður nógv ferðsla, tí fýra flogfør eru ásett at lenda – trý úr Keypmannahavn og eitt úr Bergen.