HONDBÓLTUR
Steypakappingin hjá bæði kvinnum og monnum, Coca-Cola kappingin, skuldi nú verið komin so mikið áleiðis, at farast kann undir triðja umfar, sum skal verða avgreitt áðrenn mikudagin 2. desember.
Hjá kvinnum vann Kyndil 29-22 á Tjaldri II í fyrsta umfari og kom beinleiðis í fjórðingsfinaluna. Í hinum dystinum í fyrsta umfari vann Søljan 25-19 á Neistanum og skal í øðrum umfari spæla ímóti VÍF 2 um enn eitt fjórðingsfinalupláss.
Tað vil siga, at Kyndil og vinnarin av Søljan-VÍF II koma í fjórðingsfinalurnar, har tey seks liðini í Sunset-kappingini síðani koma upp í steypakappingina.
Fýra dystir eftir
Hjá monnunum var bara ein dystur í fyrsta umfari, og tá vann Team Klaksvík 32-26 á Neistanum II og kom víðari til annað umfar, sum eftir skránni skal verða liðugt spælt í síðsta lagi í kvøld.
Higartil eru tó bara tveir av teimum seks dystunum spældir, og har vann VÍF I 36-28 á H71 I, og H71 II vann 29-26 á StÍF I. Men framvegis eru hinir fýra dystirnir ikki spældir, og teir eru hesir: VÍF II-Neistin I, EB-GÍ, StÍF II-Kyndil I og Team Klaksvík-Kyndil II.
Onkrir av hesum vinnarunum koma beinleiðis í fjórðingsfinalurnar, meðan aðrir mugu spæla triðja og fjórða umfar, áðrenn teir koma í fjórðingsfinalurnar, har tey seks liðini í Atlantic Airways-kappingini koma upp í steypakappingina.
Teir næstu steypadystirnir verða nokk so tættir, tí fjórða umfar skal spælast innan mikudagin 9. desember og fjórðingsfinalurnar innan mikudagin 16. desember. Lutakastið um, hvussu mansliðini møtast í fjórðingsfinalunum, verður 7. ella 8. desember.