Síðstu bretsku hermennirnir úr Irak

Í hesi vikuni fara teir seinastu bretsku hermenninir úr Irak. Teirra seinasta uppgáva er ein venjing saman við irakskum herflotamonnum. Bretland tók meginpartin av sínum hermonnum úr Irak í november í 2009. Síðani hevur bara herflotin havt fólk í Irak, og teirra uppgáva hevur verið at venja irakskar herflotamenn at verja strondina og oljupallar á sjónum.

Bretski verjumálaráðharrin, Liam Fox, sigur, at frá sunnudegnum verða bara starvsfólkini á sendistovuni í Bagdad eftir í Irak.

Bretland hevur mist 179 hermenn í Irak, síðani landið sendi herfólk hagar í 2003.