Søstrene Grene hava 167 handlar kring heimin, og í næstum letur ein upp í SMS í Havn. Tað er tó serliga í Týsklandi, at handilsketan er væl dámd. Søstrene Grene lótu fyrsta handilin upp í Týsklandi í 2016, og nú eitt ár seinni eru 18 handlar í Týsklandi og 13 aðrir ávegis, skrivar BT.
Les eisini: Søstrene Grene til Føroyar
Søstrene Grene lat upp dyrnar fyrstu ferð í 1973, og í dag eru 59 handlar í Danmark og Søstrene Grene er at finna í 12 øðrum londum kring heimin.
Útbreiðslan hevur givið góð úrslit, og seinastu fýra árini hevur Søstrene Grene havt yvirskot á meir enn 120 milliónir krónur eftir skatt, skrivar BT.










