Seinnapartin í dag verður síðsta stríðið strítt heima á landi í fótbóltsárinum 1999. Sumba og LÍF skulu spæla 2. hálvleik í dupult uppgerðini, har 1. umfarið varð avgreitt í Leirvik síðsta leygardag.
Leirvíkingar eru á odda 2?1, men teir eru greiðir yvir, at hetta nýtist ikki at vera nøkur haldgóð leiðsla. Í fjør var støðan tann sama, tá teir fóru til Sumbiar, og tá teir fóru norðum um aftur, vóru teir framvegis 2. deildarlið, tí Sumba hevði vunnið 2?0.
Harry fyri
síðstu ferð
Ábyrgdarmaður hjá LÍF er Harry Benjaminsen, og uttan mun til hvussu tað gongst í dag, so ætlar LÍF venjarin tey bæði seinastu árini ikki at vera venjari í Leirvík komandi ár:
? Nevndini hjá LÍF hevur fingið at vita, at eg haldi ikki, at eg havi meiri at geva liðnum, og at tað tí er skilagott hjá teimum at finna ein nýggjan venjara fyri at fáa nýggjan íblástur. Eg vóni, at tað fer at eydnast at avlevera eitt 1. deildarlið, og eg haldi, at tað eigur at fara at bera til.
Hann hevur boðað frá góðum líkindum, og tí hava leirvíkingar bíðað við at fara suður inntil í morgun. Eftir fótbóltsprátinum í Leirvík at døma fara fitt av viðhaldsfólkum suður við LÍF. Tomek er leikbannaður, og Hjørleif Olsen er nýggjur maður í hópinum.jh











