Síðsti møguleiki á Argjum

Í 15. umfari 4. juli var AB í Klaksvík. Tá stóð nógv upp á spæl hjá klaksvíkingum, sum ? um teir einki fingu burturúr ? høvdu verið yvirhálaðir av AB og harvið høvdu verið á niðurflytingarplássi.

Síðani er nógv vatn runnið í fótbóltsánna. Burturúr sjey umførum hevur KÍ fingið 16 stig, og tað hevur borið 5. pláss á støðutalvuni við sær. AB hevur fingið fýra stig burturúr, og vánirnar síggja einki serligar út.

- Vit hava ikki mist mótið, men um møguleikin at sleppa undan niðurflyting framvegis skal vera til staðar, so er neyðugt at vinna ímóti KÍ, er boðskapurin av Argjum.

Tá ið neyðin var størst í Klaksvík fingu teir Denni Conteh úr Danmark at hjálpa til við álopsspælinum. Síðani hevur gingið væl hjá KÍ, men Denni Conteh hevur ikki verið førur fyri at hjálpa so nógv til. Nú er hann komin fyri seg aftur, og hann fer at fáa bonkarkjans á Argjum.

Hjá AB er Morten Overgaard meniskskaddur, og Hanus Jacobsen er ivasamur. Hann hevur brákað eitt rivjabein. Hjá KÍ eru Denni Conteh og Harley Bertholdsen tøkir aftur. Roknað verður við, at Conteh verður á beinkinum. Kaj Ennigarð er leikbannaður, og tí verður Ovi Nysted í miðverjuni.

Hvørki AB ella KÍ áttu part í landsliðsferðalagnum í Litava. Báðir partar áttu part í U-21 liðnum. Kristoffur Jacobsen hjá KÍ vandi hóskvøldið fyri fyrstu ferð í hesi vikuni, og tað sama gjørdu Rógvi Holm, Jónas þór Næs og Pætur Jørgensen hjá AB.

Á Argjum verður fyrsta bríkslið ikki fyrrenn klokkan 17.