Hevur politiska andstøðan í Hvítarusslandi rætt, stendur einaræðið hjá Aleksandr Lukasjenko, forseta fyri falli.
Umboð fyri andstøðuna siga við Aftenposten, at kollveltingin í grannalandinum Ukraina hevur havt stóra ávirkan á fólk í Hvítarusslandi. Kortini ber ikki til at sammeta tey bæði londini, tí samanborið við Ukraina er stýrislagið í Hvítarusslandi fullkomið einaræði, sigur talskvinnan. Millum annað eru eingir frælsir fjølmiðlar í Hvítarusslandi, og at kalla allir felagsskapir hava fingið forboð fyri at virka, sigur hon.
Ein annar munur er, at í Hvítarusslandi hevur forsetin ongan veruligan avbjóðara, soleiðis sum Vik-tor Jukasjenko var í Ukraina. Men andstøðan arbeiðir í løtuni við at finna tað rætta valevnið, sum skal bjóða Lukasjenko av á forsetavalinum næsta ár, og sambært talskvinnuni hevur andstøðan góðar møguleikar at vinna valið.
Eins og í Ukraina hevur Russland ein avgerandi leiklut, tá tað snýr seg um tey politisku viðurskiftini í Hvítarusslandi. Tí vónar tann hvítarussiska andstøðan, at Vladimir Putin, forseti, fer at góðtaka ein ósigur har, eins og hann gjørdi í Ukraina, sigur talskvinnan.









