Kyndil liggur aftast í kappingini, og mikudagin skulu tær so spæla sín seinasta dyst á hesum sinni. Mótstøðuliðið er oddaliðið úr Stjørnuni, sum longu hevur leikt seg í hálvfinalurnar. Kyndil fer helst at leggja nógv fyri í teirra royndum at fáa ein góðan enda uppá kappingini, so kanska tær hava ein møguleika at steðga oddaliðnum mikukvøldið.