Síðsti dómur í stóra narkomálinum

Mikudagin verður seinasti dómurin í stóra narkomálinum sagdur í Føroya Rætti. Talan er um ein 31 ára gamlan mann, sum var millum teirra, ið bleiv tikin tann 16. januar í 2002.

Nú er nakað síðani, at nakað hevur verið at hoyrt um stóra narkomálið, sum sá dagsins ljós, tá ið fleiri enn fimti løgreglumenn um døgurðatíð tann 16. januar í 2002 handtóku fleiri persónar bæði í Føroyum og í Danmark. Teir flestu persónarnir í málinum eru dømdir og hava sitið dómin hjá sær, og seinasti dómur í málinum verður sagdur komandi mánadag. Tá fer rætturin at gera av, um ein 31 ára gamal maður er sekur í 13 ymiskum ákærum, ið eru reistar móti honum. 12 av ákærunum eru í sambandi við stóra narkomálið, meðan tann seinasta ákæran snýr seg um, at hann í fjør summar royndi at smugla góð 400 gram av hash við farmaskipi til Føroya.

Sleppur helst undan fongsul
Tann 31 ára gamli maðurin, sum var fyri í Føroya Rætti mikudagin, er skuldsettur fyri í fleiri førum at hava selt fólki bæði hash, amfetamin og kokain. Maðurin, ið er búsitandi í Danmark, men er føroyingur, hevur verið avhoyrdur í rættinum í Aalborg, men nú var hann so komin heim til Føroya til rættarmálið.
Í rættinum í gjár segði maðurin, at hann ongantíð hevði selt hvørki kokain ella amfetamin til nakran, men at hann í fleiri førum hevði hjálpt fólki við at fáa fatur á evnunum. Ákæruvaldið las tó brot burtur úr fleiri vitnisfrágreiðingum, sum áður er gjørdar í stóra narkomálinum, og tá var tann ákærdi í fleiri førum nevndur sum ein, ið dúgliga seldi slík rúsevni.
Í sambandi við at maðurin var handtikin í januar í 2002, sat hann varðhaldsfongslaður í 10 vikur, harav tær fyrstu átta vikurnar í avbyrging. Hetta kann hava við sær, at maðurin, um hann verður funnin sekur, sleppur undan meiri fongsulsrevsing.
Finn Ougaard, varafúti, ið er ákæri í málinum, kravdi í Føroya Rætti, at maðurin var dømdur í minsta lagi tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Um hetta verður dómurin, so sleppur maðurin helst undan at noyðast inn at sita, tí at hann longu hevur sitið so leingi varðhaldsfongslaður, og at ein stórur partur av varðhaldsfongslingini var í avbyrging.
Dómur verður sagdur í málinum á miðdegi komandi mikudag.