SÍ kvinnurnar eiga toppliðið í landskappingini, og í dag hava SÍ kvinnurnar triðja árið á rað vunnið steypafinaluna.
Talan var um finalu millum feløgini í Vágum. SÍ úr Sørvági varð roknað at vera stórfavorittur ímóti Drátti úr Miðvági, og tað eydnaðist SÍ at vinna. Men talan var á ongan hátt um avgreiðsluspurning.
Tvey tey undanfarnu árini hevur SÍ vunnið finalurnar eftir fimm sett, og soleiðis var tað eisini ídag.
SÍ legði bragdliga fyri, og 25 – 8 kundi boðað frá, at talan fór at verða um avgreiðsluspurning.
Men Dráttur reisti seg og svaraðil aftur. Talan var um tvey heilt tøtt sett, sum Dráttur vann 25 – 22 og 25 – 22.
So var spurningurin, um Dráttur fór at vinna fjórða settið og harvið finaluna, ella um favorittarnir úr Sørvági fóru at svara aftur.
SÍ vann lutfalsliga trivaliga fjórða settið við 25 – 15.
So var neyðugt við fimta og avgerandi setti, tá ið vinnarin var liðið, sum fyrst rakk upp í fimtan.
SÍ legði bragdliga fyri og var á odda 5 – 0, áðrenn Dráttur svaraði aftur. Tá ið SÍ var frammanfyri 11 – 7, vóru tað ábendingar um, at nú var ikki meiri eftir í Drátti, men tær úr Miðvági mentu seg aftur og vunnu seg upp á 12 – 12.
So var púra opið, og spurningurin var, hvat av liðunum hevði mót at spæla frítt og sláa soleiðis, sum tað skal gerast, um stigini skulu vinnast.
Tað gjørdi SÍ, sum vann 15 – 12, og sum harvið er steypavinnari triðja árið á rað.
SÍ – Dráttur 25 – 8, 22 – 25, 22 – 25, 25 – 15, 15 – 12.