Eitt drúgt kappingarár í hondbólti nærkast endanum. Í komandi viku skulu FM-finalurnar spælast, men fyrst skal seinasta umfarið í landskappingunum hjá bæði monnum og kvinnum, FTZ- og Hvonndeildin, avgreiðast.
Tilsamans verða seks hondbóltsdystir á hægsta, føroyska stigi spældir í dag, men synd er at siga, at spenningurin er serliga stórur undan seinasta leikumfarinum. Longu nú er greitt, hvørji lið skulu spæla í FM-finalunum, og eisini er tað longu avgjørt, hvørji lið fara avstað við bronsukrónunum.
Hjá monnunum er tó galdandi, at StÍF við sigri ímóti Team Klaksvík yvirhálar KÍF, um kollfirðingar tapa í Hoyvík ímóti H71. Hetta skuldi ikki verið heilt ósannlíkt, tí at Team Klaksvík hevur ikki vunnið eitt einasta stig í ár. Samstundis er H71 11 stig frammanfyri KÍF og má metast at vera favorittur í hesum dysti.
Hjá kvinnunum snýr einasti spenningurin seg um, hvat lið skal enda á aftasta og næstaftasta plássi. Stjørnan og VB hittast í Klaksvík, og taparin av hesum dysti endar aftast í Hvonndeildini.
Hondbóltsskráin í dag sær soleiðis út:
Hvonndeildin:
kl. 14.30 VÍF – Neistin (kvinnur)
kl. 14.30 Kyndil – StÍF (kvinnur)
kl. 15.00 Stjørnan – VB (kvinnur)
FTZ-deildin:
kl. 16.00 StÍF – Team Klaksvík (menn)
kl. 16.00 VÍF – Neistin (menn)
kl. 16.00 H71 – KÍF (menn)